+298 221328 bardur@holl.fo

Leiga Bylgjuna ella ítróttarhøllina á Skála
Á breddanum her á síðuni ber til at leiga ítróttarhøllina í Bylgjuni og ítróttarhøllina á Skála. Trýst á “Leiga” í breddanum ovast, og vel ein tøkan tíma í kalendaranum. Gjalding verður avgreidd við kortgjaldi í kalendaraskipanini. Um skotbráðið er stutt, er best at senda eitt sms til 221328 fyri at tryggja sær ikki at koma á læstar dyr.

Fastan tíma
Hevur tú fastan tíma í hallunum, skal hesin gjaldast við korti umvegis skipanina. Vel “Leiga”, finn tíman í tínum navni, og avgreið síðan gjaldið. Møguleiki er at gjalda tímarnar so langt fram, sum tær lystir.

Aðrir fyrispurningar um hallirnar kunnu sendast við telduposti til bardurh@runavik.fo.